Innanlands

Móttøka fyri nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum

Hósdagin 1. oktober kl. 15-17 bjóðar Norðurlandahúsið til móttøku fyri nýggja stjóranum, Peter Tulinius Krarup.

Peter Tulinius Krarup tók við sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1. september

Peter Tulinius Krarup tók við sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1. september

2026-09-25 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Peter Tulinius Krarup tók við sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1. september, og er harvið tíggjundi stjórin, síðan húsið læt upp í 1983.

Nú fáa øll, sum hava hug, høvi at møta honum, tá ið Norðurlandahúsið bjóðar inn til ein óformligan seinnapart við onkrum góðum at eta og drekka, listaligum innsløgum og møguleika fyri at fáa eitt prát við nýggja stjóran.

– Eg eri komin væl í gongd sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum og gleði meg at læra mongu vinirnar og samstarvsfelagarnar hjá húsinum at kenna, sigur Peter Tulinius Krarup.

– Kom framvið til eina hugnaliga løtu og eitt prát – uttan mun til, um vit longu hava heilsast ella hittast fyri fyrstu ferð.

Peter Tulinius Krarup er komin til Føroya við fleiri ára royndum úr mentanarlívinum. Hann er útbúgvin innan evropeiskan mentanarpolitikk, umsiting og tónlistarvísindi og hevur royndir frá m.a. orkestrum, festivalum og mentanarfeløgum. Hann var stjóri í Harstad Kulturhus í Noregi frá 2019 til í ár.

Hann tekur við stjórastarvinum eftir norsku Gunn Hernes, sum stóð á odda fyri Norðurlandahúsinum frá 2018 til 2026.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder