Innanlands

Móttøkuflokkurin á Kvøldskúlanum heldur fram

Royndartíðin á fimm mánaðir er skjótt av, og tað hevur eydnast væl

2022-06-08 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvøldskúlin hevur í mong ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum - hetta integratiónini at frama.

Mikudagin 2. februar var ein serligur dagur á Tórshavnar Kvøldskúla. Tá byrjaði ein  sokallaður móttøkuflokkur á Tórshavnar Kvøldskúla. Talan var um 14 børn hjá tilflytarum, ið eru flutt til Føroya og hava føroyskt sum annaðmál. Slíkt er ikki vanlig í Føroyum - at læra føroyskt sum annaðmál er øðrvísi enn móðurmálsundirvísing.

Í fyrstu syftu var talan um næmingar, ið ganga  í 5. 6., 7., og í 8. flokki í ymiskum skúlum í Tórshavnar kommunu, og sum eisini fingu undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Nakrir næmingar fóru skjótt at at duga føroyskt so væl, at ikki var neyðugt hjá teimum við hesum tilboðnum.

Seinastu fýra mánaðirnar hevur Tórshavnar Kvøldskúli havt eitt samstarv við landið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi um felags undirvísing fyri hesar næmingar. Flutningur er skipaður, so næmingarnir sleppa skjótt og lætt frá fólkaskúlanum til Kvøldskúlan og aftur hvønn morgun. Hóast tað eitur Kvøldskúli, so er hendan undirvísingin mánadag til fríggjadag frá klokkan 8.00 til 9.40. 

[object Object]

Sambært Tórshavnar kommunu hevur hetta eydnast væl, og avgjørt er nú, at Kvøldskúlin fyribils skal hýsa móttøkuflokkinum í eitt ár afturat. 

- Tit hava verið ógvuliga fitt og hugagóð, og móttøkuflokkurin er einki minni enn ein sólskinssøga frá byrjan til enda. Tit trívast væl í Kvøldskúlanum, og hetta er helst tí, at tit so at siga eru í sama báti. Mann kann skjótt blíva eitt sindur einsamallur, tá ið man sum tilflytari situr millum 25 ella fleiri føroyskar næmingar.

Soleiðis segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, í stuttari røðu fyrrpartin, tá skipað varð fyri morgunmati á "Kvøldskúlanum" í morgun.

Tað eru Jóna Kristin Thomsen, Vár Haraldsen og Ragnhild Olsen, ið undirvísa í føroyskum máli, mentan og samfelag. Næmingarnir eru úr Hoyvíkar Skúla, Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum og Skúlanum á Argjahamri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder