Innanlands

Mouritz Mohr heldur fram sum formaður í Sjóvinnufelagnum

Tað er greitt, eftir at nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin í felagnum 26. mars

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2024-04-08 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mourits Mohr og Eli Lassen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður í Sjóvinnufelagnum. Tað er greitt, eftir at nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin 26. mars.

Á aðalfundinum stóðu Alina Jespersen og Christian Danielsen fyri vali. Hartil hevði Finn Jakobsen boðað frá, at hann ynskti at taka seg úr nevndini. Alina Jespersen og Christian Danielsen blivu bæði afturvald í nevndina, og fyri Finn Jakobsen bleiv Julian Johansen valdur í nevndina. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur, skrivar Vinnuhúsið.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni. Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær sostatt soleiðis út: Mouritz Mohr, formaður; Eli Lassen, næstformaður; Alina Jespersen, nevndarlimur; Christian Danielsen, nevndarlimur; Julian Johansen, nevndarlimur; og Frimodt Rasmussen, tiltakslimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder