Innanlands

Mowi fingið rognkelsir úr Wales til Føroyar

Tók fimm samdøgur at flyta, men tey høvdu tað gott tá tey komu fram

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-02 13:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flutningurin var langur – tók fimm samdøgur, men roknkelsini sóðu út til at hava tað gott, tá tey endiliga komu til Oyndarfjarðar.

Alifyritøkan Mowi hevur júst fingið eina sending av livandi rognkelsum úr Wales, sum skulu halda alilaksin í Oyndarfirði reinan fyri lús. Hetta er fyrsta ferðin, at rognkelsi verða seld úr Bretlandi til Føroyar.

Tað skrivar tíðindabrævið hjá Mowi í Skottlandi, The Scoop.

Rognkelsini koma frá fyritøkuni Ocean Matters á Anglesey – eisini kallað Ynys Môn – í Wales. Fyrr í ár keypti Mowi Scotland hesa fyritøkuna. Mowi í Skottlandi var frammanundan nógv størsti kundi hjá walisisku fyritøkuni.

Nú verður so henda klekingarstøðin fyri rognkelsi í Wales eisini brúkt til at veita henda reinsifisk til alibrúkini hjá Mowi í Føroyum.

The Scoop skrivar, at verandi lóggáva ikki loyvir flutning av livandi fiski úr Bretlandi við brunnbátum beinleiðis til Føroya. Tí máttu tey flyta rognkelsini við fergum og farmaskipum í vanligum flutningsvognum til slíkt brúk. Ferðin tók tí fimm samdøgur.

Gudny Vang, góðskustjóri hjá Mowi í Føroyum sigur við Scoop, at tey vóru eitt sindur bangin fyri, um vatngóðskan fór at halda til tann langa flutningin, men fegnast eisini um, at djóralæknin kundi staðfesta, at heilsustøðan og góðskan á rognkeldunum var heilt góð, tá tey endiliga náddu fram til Oyndarfjarðar.

Ocean Matter-fyritøkan sær møguleikar í at framleiða rognkelsi til føroyska marknaðin, serliga tí at aliframleiðslan í Skotlandi og Írlandi dalar um summarið orsaka av sjóvarhitanum. Við Føroyum sum kunda sær fyritøkan størri møguleika við eini javnari framleiðslu av reinsifiski árið runt.

Nú verður hugt eftir møguleikanum at skipa fyri skjótari og meira effektiv flutningi av fiskunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder