Innanlands

Mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur

- Tann minuttin eg fái tekin um, at okkara sjúkrahús innan stutta tíð kemur undir trýst, skal eg syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin. Men tað er ikki har vit eru enn, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-01 09:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóru tølini av koronu, sum verða kunngjørd um dagarnar hava fingið nógv stúrin fólk til knappaborðið á Facebook, at siga sína hugsan um, hvat átti at verið gjørt og ikki.

Summi bera ótta fyri at sjúkrahúsverkið er undir so stórum trýsti, at tað ikki megnar at fylgja við. Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur at støðan ikki har enn.

- Okkara heilsuverk hevur higartil klárað uppgávuna til UG. Vit skulu hjálpa øllum sjákum fólki, ikki bert teimum við koronu. Og vit mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur, sum fólk kunnu gerast sjúk av. Koronavirus er komin fyri at vera, skrivar hann í einari støðudagføring á Facebook í morgun.

Hann sigur, at í tí løtuni hann fær tekin um, at sjúkrahúsverkið innan stutta tíð kemur undir trýst, skal hann syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin.

- Men vit eru ikki har enn. Tað er altíð ein søga aftanfyri hvønn sjúkling, so at bara siga 4 ella 7 eru innløgd við koronu, er ikki altíð rættvísandi mynd av allari støðuni, sjálvt um tað eru 7 ov nógv.

- Vit missa hvørt ár nógv eldri fólk av influensu, og eg gerist altíð keddur tá eg hoyri eitt andlát. Vit hava roynt av øllum alvi ikki at missað nakran av Korona, og tey hagtølini eru sera góð í løtuni. Eitthvørt deyðsfall er eitt ov nógv, skrivar heilsumálaráðharrin, sum annars kennir seg púra tryggan.

- Eg hugsi nógv um Sjúkrahúsverkið, men persónliga fyri meg hugsi eg slett ikki um korona. Eg eri koppsettur so har er einki at koma eftir, eg eri púra tryggur, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder