Áðrenn páskirnar fer finska stjórnin at geva Riksdagen í Helsinki boð um, hvørjar ætlanir hon hevur í mun til spurningin um Nato-limaskap. Tað sigur finski forsætisráðharrin, Sanne Marin.
Tað er neyðugt at taka eina vælumhugsaða og skjóta avgerð, og tað má gerast nú í vár, sigur hon sambært Ritzau.
Hon leggur afturat, at hon ikki veit um nøkur Nato-lond, sum høvdu havt nakað ímóti, at Finnland gjørdist limur.
Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum hevur broytt kjakið um Nato-limaskap í Finnlandi.
Sambært meiningakanningum ynskir meirilutin av fólkinum í Finnlandi Nato-limaskap av trygdarávum. Men avgerðin um Nato-limaskap verður ikki tikin við fólkaatkvøðu men av Riksdagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald