Uttanlands

Munandi betri fiskiskapur í 2019

Fiskiskapurin 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2019 var næstan 15 prosent betri enn árið fyri

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2020-01-02 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gekk munandi betri við fiskiskapinum í 2019 enn tað gjørdi í árinum frammanundan. Hagstovan hevur í dag lagt út nýggjastu tølini fyri avreiðingar umvegis avreiðingarskipanina fyri teir fyrstu 11 mánaðirnar av árinum.

Avreiðingarnar vóru tilsamans 81.484 tons, sum er yvir 10.000 tons meira enn sama tíðarskeið árið fyri, ella ein vøkstur á næstan 15 prosent.

Serliga á toski og hýsu hevur vøksturin verið stórur og eisini á havtasku, meðan fiskiskapurin á svartkalva og upsa hevur verið munandi minni.

Í virði er talan um ein vøkstur upp á 18,6 prosent í mun til 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2018. Frá januar til desember í 2019 avreiddu føroysk skip fyri beint oman fyri eina milliard krónur, næstan 160 milliónir meira enn sama tíðarskeið árið fyri.

Uppsjóvarfiskur er ikki tikin við í hesa uppgerð. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder