Uttanlands

Munandi færri ferðsluóhapp í Lyon

Síðan hámarksferðin í franska býnum varð sett niður á 30 km/t, er talið á ferðsluóhappum minkað 35 prosent

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-03-30 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 30. mars 2022 hevur hámarksferðin á flestu vegunum í franska býnum Lyon verið 30 km/t, og tað hevur minkað um talið á ferðsluóhappum, sigur Grégory Doucet, borgarstjóri.

Hann sigur við fronsku sjónvarpsstøðina BFM, at talið á ferðsuóhappum er minkað 35 prosent.

– Og tað, sum er uppaftur meira gleðiligt, er, at vit hava skrásett 39 prosent færri álvarsligar vanlukkur, sigur hann. Her sipar hann til til talið á deyðum í ferðsluni og talið á vanlukkum, har fólk eru vorðin álvarsliga løstað.

– Hetta merkir, at vit bjarga lívum, sigur borgarstjórin.

Lyon er triðstørsti býur í Fraklandi, og seinastu tvey árini hevur markið verið 30 km/t á yvir 80 prosent av vegunum í býnum.

Tað eru tó ikki øll, sum halda hámarksferðina. Miðalferðin, sum er skrásett í økinum, er 38 km/t, og í fjør vórðu 17.000 bøtur skrivaðar fyri ferð, skrivar Ritzau.

Aðrir býir í Evropa, eitt nú París, Lille og Amsterdam hava eisini sett ferðina niður til 30 km/t. Skjótt verður tað sama galdandi í 24 kommunum kring Lyon, har samlaða fólkatalið er 1,4 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder