2019-12-07 18:44
Tað eru munandi færri børn, sum hava tørv á jólahjálp í ár enn í fjør, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata i samrøðu við kringvarpið.
Evsta mark fyri at søkja um jólahjálp var í dag klokkan 14, og tá vóru 220 umsóknir komnar inn, og tær fevna um gott 420 børn. Tað eru 80 færri enn undanfarna ár, tá 500 børn høvdu tørv á jólahjálp sigur Djóni Eidesgaard.
Samstundis er tað, tað minsta talið av børnum í fátækaváða síðan barnabati yvirtók virksemi í 2016.
Á heimasíðuni hjá kringvarpinum ber til at hoyra Samrøðuna við Djóna Eidesgaard.
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald