Uttanlands

Munck Gruppen skal byggja nýggju flogvallirnir í Grønlandi

Kalaallit Airports, ið hevur føroyskan nevndarformann og næstformann, hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna. Arbeiði skal byrja í heyst

Eftir ætlanin verða flogvallirnir í Nuuk og Ilulissat lidnir í 2023 Mynd: Kalaallit Airports A/S

Eftir ætlanin verða flogvallirnir í Nuuk og Ilulissat lidnir í 2023 Mynd: Kalaallit Airports A/S

2019-07-16 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur tikið trý ár at gera klárt, men nú er greitt, at tað er danska byggifelagið, Munck Gruppen, sum skal gera lendingarbreytirnar og og vegirnar til og frá flogvallunum í Nuuk og Ilulissat. Hetta boðar Kalaallit Airports frá. Tað er Jóhannus Egholm Hansen, ið er formaður í nevndini hjá felagnum, og Jákup Sverri Kass er næstformaður. 

Kalaallit Airports fekk trý tilboð uppá arbeiði, og valdu donsku fyritøkuna frammum tí hollendsku og kanadisku. Seinastu smálutirnir skulu koma uppá pláss í hesum mánaðinum, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður í august. Arbeiði fer í gongd í heyst, har mest verður arbeitt í Nuuk í byrjanini. Kalaallit Airports væntar, at flogvallirnir verða lidnir í endanum av 2023.

Kalaallit Airports hevur millum annað lánt 450 milliónir frá danska statinum fyri at fíggja verkætlanina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder