Miðskeiðis í oktober slepti skandinaviska flogfelagið SAS kravinum um munnbind á flogførum teirra í Skandinavia, men frá mánadegnum 6. desember verður aftur krav at brúka munnbind hjá SAS.
Í vikuni varð munnbind og hjálmgluggi aftur krav á ávísum støðum í Danmark, og í norska høvuðsstaðnum Oslo verður eisini krav at brúka munnbind, tá ein ferðast við toki ella bussi. Í gjár upplýstu svensku heilsumyndugleikarnir eisini, at tað kann verða neyðugt við nýggjum tiltøkum sum m.a. krav um munnbind, um smittutalið í landinum heldur á at vaksa.
– Tá skandinavisku myndugleikarnir nú byrja at seta krav og tilmæli um munnbind í gildi aftur, fer SAS á trygdarávum eisini at seta kravið í gildi aftur á øllum flogførum, skrivar flogfelagið sambært Ritzau.
Munnbind hevur annars verið krav á øllum øðrum farleiðum hjá SAS síðan mai 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald