2020-10-21 10:48
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag er framløga og munnligir fyrispurningar á skránni í løgtinginum.
Teir munnligu fyrispurningarnir eru 23 í tali, og 17 teirra eru frá andstøðutinglimum.
Spurt verður m.a. um framtíðina hjá Føroya Tele, trygdina og arbeiðstrýstið umborð á Smyrli, Nólsoyarleiðina og um kommunulæknaviðurskiftini á eystara armi á Skálafjørðinum.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald