Innanlands

Munnligir fyrispurningar á skránni í dag

Á dagsins tingfundi, ið byrjar klokkan 10, eru 24 munnligir fyrispurningar, ið skulu svarast – Teir snúgva seg m.a. um játtan til fólkaskúlan, støðuna við Suðuroyarleiðini, og um fosturtøku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-07 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tinginum í dag eru munnligir fyrispurningar á skránni.

Fyrispurningarnir, ið skulu svarast í dag, eru 24 í tali. 

Spurningarnir snúgva seg m.a. um játtan til fólkaskúlan, frítíðartilboð til børn við serligum tørvi, gjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum, um støðuna við Suðuroyarleiðini, oljuvinnu og veðurlagspolitikk, og um fosturtøku.

Á skránni í tinginum í dag er eisini framløga.

Dagsins tingfundur byrjar nú klokkan 10. Yvirlit yvir munnligar fyrispurningar sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder