2021-10-20 10:43

Nú klokkan 11 verður tingfundur, har framløga og munnligir fyrispurningar verða á skránni.
Heili 21 munnligir fyrispurningar eru á skránni í dag.
M.a. skal landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, svara fleiri spurningum um Bústaðir. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum skal svara spurningum um barsil og lestrarstuðul, og veðurlagspolitikk, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal svara fyrispurningum um suðuroyarsiglingina og um uppsøgnina í Posta.
Allir spurningarnir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald