Innanlands

Munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

Tingfundurin byrjar kl. 11, og á skránni er eisini framløga og atkvøðugreiðsla um ein skrivligan fyrispurning hjá Sámal Peturi í Grund.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-11 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framløga og munnligir fyrispurningar verða á skránni á dagsins tingfundi, sum verður settur klokkan 11.

Eisini skal tingið atkvøða um ein skrivligan fyrispurning hjá Sámal Peturi í Grund úr Sjálvstýri um málbólk og upptøku á Rásini.

Sámal Petur í Grund spyr m.a. landsstýrismannin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hvør málbólkurin í dag er á Rásini, sum sambært reglugerðini frá 2016 er er ein samdøgursstovnur til ung við menningartarni.

Sámal Petur í Grund vil hava at vita, um reglugerðin frá 2016 enn er galdandi, og hvørji krøv verða nýtt við upptøku.

Munnligu fyrispurningarnir eru 28 í tali. Teir snúgva seg m.a. um sparingar á almannaøkinum, tjóðarsemjuna, nýskipanarnevndina, bústaðarmøguleikar, og fiskidagar.

Skráin fyri tingfundin sæst her

Dagførd kl. 9.46

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder