Leygardagin 13. apríl verður Matiné í Havnar kirkju við musikkskúlanæmingum, sum spæla á ymisk ljóðføri. Birgitte Schnakenburg hevur fylgispæl.
Á hvørjum árið fara ungir føroyskir tónleikarar til Danmarkar at luttaka í Berlinsku tónleikakappingini. Hetta hava teir gjørt í nógv ár - við vissu síðan 1972. Kanska eisini áðrenn tað.
Luttakararnir skulu vera undir 17 ár og mesttsum øll ljóðføri eru umboðaði í kappingini. Ofta hava føroyingarnir klára seg væl og fyriskipararnir eru sera fegnir i, at føroyingar luttaka.
Í ár fara 11 ung ár Føroyum at luttaka: Natali í Dali, violin. William Wilkinson, waldhorn. Døgg í Dímun, violin. Bjørt Holm, cello. Silas Gudmundur Hannesarson, violin. Anna Birna Bjarnastein Restorff, violin. Bergur Davidsen, violin. Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, accordeon. Elin Rasmussen, violin. Sigrið Hansen, kontrabas. Jóanna Ridao Wang, violin.
- Havnar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald