Mentan

Musikkstevnan verður í Fuglafirði dýra biðidag

Fuglafjarðar Hornorkestur er vertur fyri Musikkstevnuni í ár

Fuglafjarðar Hornorkestur

Fuglafjarðar Hornorkestur

2024-04-25 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Umframt tey føroysku orkestrini, verður eitt orkestur úr Danmark eisini við í ár.

Konsertin verður hildin í nýggju hølinum í Fuglafjarðar skúla. Byrjað verður kl. 14, og kostnaðurin fyri konsertina er 100 krónur. Tó er tað ókeypis fyri børn og ung yngri enn 17 ár. Tey luttakandi orkestrini eru Fuglafjarðar Hornorkestur, Skanderborg Brass Band, Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, GHM, Sørvágs Tónleikarfelag/Vestmanna Hornorkestur, Kvinnuorkestrið, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Ælabogin og Eiðis Ljómfelag

Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 58. í røðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder