Heilsanin hjá milliardinginum, Elon Musk, tá hann rætti armin út á einum veitsluhaldið eftir innsetanina av Donald Trump, forseta, hevur skapt kjak kring allan heimin.
Serliga heilsanin var at síggja á pallinum í Capital One Arena í Wasington D.C. Her var nýkosni forsetin í gjárkvøldið heiðraður av sínum viðhaldsfólki, eftir at hann fyrr á degnum varð tikin í eið, sum hin 47. forsetin í USA.
Á pallinum sló Musk seg fyrst á bróstið við høgru hond, og síðan rætti hann armin út fram fyri seg við lógvanum niðureftir.
Heilsanin hevur elvt til øsing, tí hon líkist heilsanini, ið ofta verður knýtt til nasismuna og nasistaleiðaran, Adolf Hitler.
AFP tíðindastovan skrivar, at tveir søgufrøðingar við servitan í nasismuni hava skrivað á X, at heilsanin hjá Musk líktist nazi-heilsanini
Amerikanski jødiski lobbyfelagsskapurin, Anti-Defamation League, ADL, leggur tó ikki so stórt í heilsanina.
- Tað sær út, sum Elon Musk ger eina heilsan í eini eldhugaðari løtu – ikki eina nazi-heilsan, skrivar ADL á X.
ADL hevur annars fyrr verið kritiskur mótvegis Musk, skrivar Ritzau.
Elon Musk sjálvur hevur svarað aftur á X. Her skrivar hann, at hansara kritikarar hava brúkt “skitin tricks”.
- Ákæran um at “øll eru Hitler” er so troyttandi, skrivar hann í uppslagnum.
Elon Musk, sum er heimsins ríkasti persónur, hevur millum annað stovnað Tesla og SpaceX, og hann eigur eisini sosiala miðilin, X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald