![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Á sosiala miðlinum X hevur amerikanski ríkmaðurin Elon Musk deilt eitt uppslag við ósonnum tíðindum um at “hvørki siðbundnir miðlar ella evropeiskir politikarar hava umrøtt skúlaskjótingina í Svøríki”.
Falstíðindini eru skrivað av einum øðrum brúkara, men eru deild víðari av eigaranum av miðlinum, Elon Musk, sum hevur ikki færri enn 216 milliónir fylgjarar á X.
- Ongin europeiskur politikari hevur nevnt skottilburðin. Siðbundnir miðlar eru – sum altíð – kúrrir. Er hetta tað nýggja vanliga í Evropa? stendur í uppslagnum. Og Elon Musk hevur lagt tvey útrópstekn afturat í viðmerkingarteigin.
Uppskotið er markað við einum sokallaðum "community note", har aðrir brúkarar vísa á, at upplýsingarnir ikki eru í tráð við sannleikaan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald