Uttanlands

Musk stuðlar nú Trump av fullum hjarta

- Hetta er seinasti møguleiki at bjarga fólkaræðinum, sigur heimsins ríkasti maður

Elon Musk var við á valfundinum hjá Trump í Butler, Pennsylvania mánadagin (Mynd: EPA)

Elon Musk var við á valfundinum hjá Trump í Butler, Pennsylvania mánadagin (Mynd: EPA)

2024-10-08 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins ríkasti maður, Tesla-stovnarin Elon Musk, stuðlar nú av fullum hjarta Donald Trump í royndini at gerast amerikanskur forseti aftur.

Tað sigur hann í eini samrøðu við fyrrverandi vertin í Fox News, Tucker Carlson.

53 ára gamli Musk sigur eisini, at ein sigur til demokratarnar á forsetavalinum í november fer at føra til, at val fara ikki at vera trygg í framtíðini.

- Mín sannføring er, at um Trump ikki vinnur valið, so verður tað seinasta valið vit fara at hava, sigur Musk.

Sambært honum hava demokratarnir ætlanir um at brúka komandi fýra árini til at skipa fyri, at tilflytarar í hópatali fara at búseta seg í sokallaðu svingstatunum fyri á tann hátt at ávirka valúrslitini í framtíðini.

Um tilflytarar eisini fáa fullan ríkisborgararætt merkir tað fleiri atkvøður til demokratiska flokkin, ljóðar útleggingin hjá Elon Musk.

- Við hvørt avgera svingstatirnir valini við millum 10.000 og 20.000 atkvøðum. So hvat hendir, um fólk í hundratúsundatali verða send til svingstatirnar?

- Mín meting er, at um vit fáa fýra ár afturat við demokratiskari umsiting, so fara tey at skipa so fyri, at tað ikki vera svingstatir meira. Tað verður eitt land við einum flokki, sigur hann, sambært Ritzau.

Elon Musk er, sambært vinnutíðarritinum Forbes, heimsins ríkasti maður. Ogn hansara er á 258,8 milliardir dollarar, svarandi til næstan 1.800 milliardir krónur, kemur fram á milliardingalistanum, sum støðugt verður dagførdur.

Umframt Tesla, er Elon Musik eisini eigari av rúmdarfyritøkuni SpaceX. Harumframt keypti hann í 2022 sosiala miðilin Twitter, sum hann seinni broytti navn til X.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder