2019-04-25 19:07
Hundraðtals muslimar í Sri Lanka hava søkt sær skjól í moskum og á eini løgreglustøð síðani sunnudagin, tá yvirgangur var í landinum. Muslimarnir søkja sær skjól eftir at hava verið út fyri hóttanum og álopum.
Forsætisráðharrin í Sri Lanka Ranil Wickremesinghe váttar fyri AP, at muslimski ahmadi-minnilutin hevur verið út fyri ágangi síðani víðgongdir muslimar drupu 359 fólk í sjálvmorðsbumbuálopum sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald