Uttanlands

Muslimsku londini: Okkurt má gerast

Felagsskapurin hjá muslimsku londunum, OIC sigur, at brenning av koranum skal steðgast – Mikudagin brendi ein maður eina koran utanfyri einari mosku í Stockholm, og pávin finst at Svøríki fyri at loyva hesum

Hissein Brahim Taha, OIC aðalskrivari (Mynd: Reuters)

Hissein Brahim Taha, OIC aðalskrivari (Mynd: Reuters)

2023-07-03 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Okkurt má gerast fyri at steðga brenning av koranum í Svøríki.

Tað sigur felagsskapurin hjá muslimsku londunum, OIC (Organization of the Islamic Conference), sum hevur høvuðssæti í Saudiarabia, eftir at ein maður brendi eina koran uttanfyri eina mosku í Stockholm mikudagin.

Hetta var fyrstu ferð síðan Rasmus Paludan úr flokkinum Stram Kurs í januar brendi eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm.

Síðan tá hava fleiri umbønir verið um at sleppa at brenna koranir, men av trygdarávum hava tær ikki verið gingnar á møti. Men mikudagin gav svenska løgreglan loyvi til, at ein persónur kundi brenna eina koran. Talan var um ein privatpersón av irakiskum uppruna.

Fleiri av teimum 57 OIC-limalondunum hava innkallað sendiharrar úr Svøríki til fund um málið, m.a. Irak, Kuvait, Sameindu Arabisku Emiratini, og Marokko.

Hissein Brahim Taha, OIC-aðalskrivari, sigur, at tað er neyðugt at senda eitt greitt signal til altjóða samfelagið um, at tað er ímóti normum og reglum hjá altjóða samfelagnum at stuðla átrúnaðarligum hatri.

Eisini Frans pávi fordømir avgerðina hjá Svøríki um at loyva brenning av koranum.

– Einhvør bók, sum verður mett heilag eigur at verða vird fyri at virða tey, ið trúgva á hana, sigur hann sambært Reuters

– Talufrælsi eigur ongantíð at verða brúkt sum eitt amboð til at vanvirða onnur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder