Innanlands

Múte landsstýrisformaður á almenna vitjan

Mute B. Egede er gestur hjá løgmanni í tveir dagar eftir ríkisfundin - skal millum annað hitta HSF fyri at hoyra um menningina hjá føroyskum hondbólti

Bárður á Steig Nielsen og Múte B. Egede handaðu bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins saman í Keypmannahavn í vetur (Mynd: EPA)

Bárður á Steig Nielsen og Múte B. Egede handaðu bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins saman í Keypmannahavn í vetur (Mynd: EPA)

2022-06-08 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin er grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, á almennari vitjan í Føroyum. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Múte B. Egede kom til landið longu í dag, skrivar skrivstovan hjá løgmanni í tíðindaskrivi. Í morgin verður grønlendski landsstýrisformaðurin við á ríkisfundinum, ið verður hildin í Hoyvíi, og eisini fundinum í samstarvsráðnum, áðrenn almenna vitjanin byrjar fríggjadagin.

Fríggjamorgunin hittast Múte B. Egede og løgmaður í Tinganesi. Eftir fundin teirra millum vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin m.a. Havstovuna, Vinnuháskúlan og Landssjúkrahúsið.

Leygardagin fyrrapart verður vitjað í høllini á Hálsi, har umboð fyri Hondbóltssamband Føroya fara at greiða frá menningini hjá føroyskum handbólti. Á middegi vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin í Løgtinginum, har Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður tekur í móti.

Eftir hetta vitjar landsstýrisformaðurin grønlendska húsið í Havn, har grønlendingafelagið skipar fyri móttøku fyri grønlendingum í Føroyum.

Múte B. Egede við fylgi fer av landinum aftur mánamorgunin.

Múte B. Egede hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi síðani apríl 2021. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum. Í mars í ár var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á almennari vitjan í Grønlandi.

[object Object]
Frá vitjanini hjá løgmanni í Grønlandi í mars (Mynd: Løgmansskrivstovan)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder