Uttanlands

Múte um Landry: Langt úti

Grønlendski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum kallar útsøgnirnar hjá serliga sendimanni Trumps til Grønlands fyri frekar

Múte B. Egede avmyndaður saman við danska verjumálaráðharranum, Jeppe Bruus, sum kom á vitjan í Nuuk í gjár (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Múte B. Egede avmyndaður saman við danska verjumálaráðharranum, Jeppe Bruus, sum kom á vitjan í Nuuk í gjár (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-06-23 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næsta ár kann Grønland gerast 51. statur í USA.

Soleiðis segði serligi amerikanski sendimaðurin til Grønlands, Jeff Landry, í eini dagføring á X á tjóðardegi Grønlands sunnudagin.

Les eisini: - Kanska fær USA enn ein stat næsta ár

Men tann dreymin kann Jeff Landry gloyma.

Tað sigur grønlendski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Múte B. Egede.

- Avgerðin liggur her í Grønlandi, og vit hava frá byrjan sagt, at vit vilja ikki vera amerikanarar, og vit vilja heldur ikki vera danskarar. Vit eru grønlendingar, sigur hann við Danmarks Radio.

Jeff Landry, serligi sendimaðurin til Grønlands hjá Donald Trump, forseta, var í mai fyri fyrstu ferð í Grønlandi, har luttók á ráðstevnuni Future Greenland og “fyri at skapa vinarbond”.

Í løtuni samráðast Grønland, Danmark og USA um Grønland, har tey skulu royna at koma fram til eina avtalu, ið lýkur amerikansku ynskjunum – samstundis sum hon ikki ger seg inn á grønlendsku og donsku mørkini.

Múte B. Egede kallar orðini hjá Landry fyri frekleika – disrespekt – mótvegis grønlendska fólkinum og kongsríkinum yvirhøvur.

- Vit hava ein arbeiðsbólk, sum arbeiðir diplomatiskt, og so er ein serligur sendimaður, sum kemur við útsøgnum her og har, sum eru heilt út av lagi, og tað er troyttandi, sigur Múte B. Egede.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder