Uttanlands

Myanmar: 113 fólk deyð í skriðulopi

Vanlukkan hendi í einum gimsteinanámi, har leitað verður eftur játusteini

2020-07-02 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 113 fólk eru deyð í sambandi við eitt skriðulop, sum í dag rakti eitt nám í norðrara parti av Myanmar.

Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum fyri AFP tíðindastovuni.

Fyrst varð boðað frá, at 50 fólk vóru deyð, men talið varð stutt eftir hækkað.

- Til samans hava vit higartil funnið 113 lík, skrivar bjargingartænastan á staðnum í eini dagføring á Facebook.

- Námsarbeiðararnir vórðu kvaldir í eini flóðaldu av runu, sum hendi orsaka av ógvusligum avfalli í økinum hesa seinastu tíðina, sigur ein talsmaður.

Regnið er eisini orsøk til, at bjargingarliðini máttu gevast við bjargingar- og leitingararbeiðinum, sigur ein løgreglumaður.

Sambært BBC hendi skriðan í einum námið, har gravað verður eftur játusteini í Hpakant-økinum í Kachin landslutinum.

Myanmar er tað landið í heiminum, sum útflytir mest játustein í heiminum. Játusteinur, ella jade, verður brúktur til smúkkur.

Í 2016-2017 seldi landi játustein fyri næstan fimm milliardir krónur, vísa almenn hagtøl.

Fleiri álvarsligar vanlukkur hava seinastu árini veri í játunámunum í Myanmar, skrivar BBC.

Nógvir láglønararbeiðarar úr øðrum londum leita til hesi nám at finna arbeiði, men eisini fátæk fólk í hópatali leita sær inn í økið fyri at vita, um tey kunnu finna smáar gimsteinar í stóru dungunum, ið liggja eftir at stóru námsfeløgini hava vunnið sítt.

Við fyribils 113 deyðum er henda vanlukkan tann størsta, sum er hend hesum ídnaðinum nakrantíð, skrivar AFP.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder