Hernaðarstýrið í Myanmar fer at leyslata yvir 5000 mótmælisfólk úr fongslinum.
Hesum boðar hernaðarleiðarin, Min Aung Hlaing frá í dag sambært Ritzau.
Talan er um tilsamans 5.636 mótmælisfólk, sum verða leyslatin í sambandi við Thadinguyt-festivalinum í Myanmar, sum verður hildin seinni í hesum mánaðinum. Talan er um eitt av best umtóktu hátíðarhaldunum í Myanmar.
Mótmælisfólkini, sum standa til at blíva leyslatin, vórðu handtikin í sambandi við hernaðarkvettið 1. februar. Hetta elvdi síðani til stór mótmæli í landinum, sum herurin slóg hart niður á. Yvir 1.100 sivilfólk hava latið lív í hesum sambandi.
1. februar varð demokratiskt valdi leiðarin í Myanmar, 76 ára gamla Aung San Suu Kyi, koyrd frá. Hennara flokkur, National League for Democracy (NLD) vann stórt á valinum á heysti í fjør, meðan hernaðarflokkurin, USDP bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum. Herurin í Myanmar vil vera við, at valsvik varð framt í sambandi við valið, men hesum hava bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar tó víst aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald