Uttanlands

Myanmar: Herurin hevur tikið valdið

Landsins leiðari, Aung San Suu Kyi, forsetin Win Myint, og fleiri aðrir leiðandi persónar, vórðu handtiknir í morgun

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

2021-02-01 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga mánamorgun varð leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, forsetin Win Myint, og fleiri aðrir leiðandi persónar í stjórnini handtiknir av herinum, og landsins hernaðarleiðari, Min Aung Hlaing, hevur nú tikið valdið.

Herurin hevur lýst undantaksstøðu í eitt ár, og fyrrverandi varaforsetin og fyrrverandi generalurin, Myint Swe, er eisini útnevndur til forseta.

Fleiri miðlar boðaðu síðani frá hermonnum í gøtunum í stórbýnum og niðurløgu av internetinum, telefonsambandinum og tekniskar trupulleikar við sjónvarpsrásunum í landinum.

Hernaðarkvettið varð framt bert fáar tímar áðrenn tingið skuldi savnast fyri fyrstu ferð eftir valið í november. Talan var um stórsigur fyri Aung San Suu Kyi og flokk hennara, men úrslitið skapti øsing, og hernaðarflokkurin, Union Solidarity and Development Party (USDP), vildi vera við, at har hevði verið umfatandi valsvik, og tað er eisini orsøkin til kvettið í morgun, sigur herurin.

Fleiri, harímillum óheftar valnevndir og eygleiðarar í útlondum, hava tó víst aftur, at valsvik skuldi verið framt á valinum. Tá málið kom fyri hægstarættin fríggjadagin, fekk USDP heldur ikki viðhald.

Á valinum í november vann Aung San Suu Kyi og flokkur hennara, National League for Democracy nóg nógv tingumboð til at at skipa stjórn. NLD fekk 83 prosent av atkvøðunum. Í 2015 helt Myanmar tað fyrsta fría valið í meira enn 30 ár, og tá gjørdist tað eisini ein stórsigur til flokkin.

Suu Kyi sat í húsavarðhaldi í 15 ár undir fyrrverandi hernaðarstýrinum. Tað var eisini í hesum tíðarskeiðnum – í 1991 – at hon fekk Friðarheiðursløn Nobels.

Hon var áður roknað sum eitt frælsisikon, men eftir fólkadrápið, sum herurin framdi á muslimska rohingya-minnilutan í 2017, hevur hon mist nógva undirtøku. Tó er hon enn væl umtókt í heimlandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder