Uttanlands

Mýggjabitaeitur var orsøk til sjúku á sendistovunum

Loynidómurin um Havana-syndromið er helst avkláraður

Amerikanska sendistovan í Havana (Mynd: EPA)

Amerikanska sendistovan í Havana (Mynd: EPA)

2019-09-20 08:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sokallað neurotoksinir í eituri,ið verður brúktur til at spræna móti mýggjabita, kann vera orsøkin til eitt sermerkt mál um hoyritrupulleikar millum útlendsk sendifólk á Kuba.

Tað vísir ein kanning, sum varð almannakunngjørd í Kanada í gjár.

Í 2016 kom fram, at fleiri kanadisk og amerikansk starvsfólk á sendistovunum í Kuba og familjur teirra á løgnan hátt høvdu havt trupulleikar við hoyrnini og sjónini umframt at tey vóru høvuðpínu, kendu seg svimbul og móð meðan tey vóru í Kuba.

Sjúkueyðkennið gjørdist seinni kent sum Havana-syndromið, uppkallað eftir kubanska høvuðsstaðnum, skrivar Ritzau.

USA gjørdi kanningar um landsins starvsfólk í uttanlandatænastu vórðu álopin við onkrum slagi av ultraljóði, og málið førdi til, at ein røð av kubanskum sendifólkum vórðu víst út USA.

Kanadiskir myndugleikar avvístu seinni møguleikanum fyri, at tað kundi vera talan um álop við ultraljóði.

Nú havar granskarar á Brain Repair Centre í Halifax í samstarvi við Nova Scotia Health Authority og Dalhousie University kannað nærrið, hvat orsøkin til Havana-syndromið kann hava verið.

- Mest sannlíkt er talan um nervaeitur, sum verður brúkt tá mýggjabitar verða oyddir við royki, er niðurstøðan í kanningini.

Helst eru kanadisku diplomatarnir raktir av smáum nøgdum av sokallaðum betablokkarum í eina tíð.

Á Kuba verður javnan sprænt við eitri fyri at drepa sjúkuberandi kykt. Eitt nú fóru myndugleikarnir í 2016 undir eina miðvísa herferð móti mýggjabitum fyri at støðga útbreiðsluni av zikavirus.

Eisini kontór og skrivstovur hjá kanadisku sendistovuni í Kuba fingi hesa viðgerð, skrivar Radio Canada.

Kuba hevur alla tíðina sýtt fyri at taka ábyrgd fyri hendingunum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder