Innanlands

Mykines tók í molan

Lítil riva kom á síðuna mittskips,  sum verður umvæld skjótast gjørligt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-05 15:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farmaskipið Mykines hjá Smyril Line kláraði ikki at runda molan í Tórshavnar havn, tá skipið kom á Havnina um 22-tíðina í gjárkvøldið.

Tá skipið skuldi manøvrera inn í havnina, bar tað við molan, og Mykines fekk eina lítla rivu á stýriborðssíðu mittskips.

Ring líkindi við nógvum vindi vóru í gjárkvøldið, og tí var sleipibáturin Samson tilkallaður at hjálpa til at leggja til bryggju. Men kortini rendi skipið á molan.

Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line sigur, at talan er um lítlan skaða. Rivan er nakrar fáar sentimetrar. Holið verður nú bøtt aftur, og Rúni V. Poulsen roknar við, at Mykines kann fara í fasta sigling aftur í morgin.

Vakthavandi hjá Tórshavnar havn sigur, at ein pullartur uttast á molanum fór í hendingini, men annars er ikki full greiða fingin á skaðarnar. At síggja til hevur bryggjukanturin ikki tikið stóran skaða, men tað skal kannast nærri, sigur vakthavandi.

Omanfyri er ein AIS video av hendingini:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder