Innanlands

Myllurnar á Eystnesi fingu ein skelk í morgun

Ein mylla oyðilegðist – men allar støðgaðu eina løtu tá torsn gekk

(Mynd: Sámal Jákup Gøte)

(Mynd: Sámal Jákup Gøte)

2021-11-09 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Sev eru tey enn ikki vís í, um myllan á Eystnesi varð rakt av snarljósinum, ella um snarljósið órógvaði kontrollskipanina so mikið, at myllan fekk so nógva ferð á seg, at hon oyðilegðist.

- Vit kunnu staðfesta, at tað var eitt sjokk í syesteminum beint áðrenn klokkan 05 í morgun. Allar myllurnar á Eystnesi støðgaðu, men hinar eru farnar í gongd aftur, og framleiða nógv í løtuni, tí nógvur vindur er.

Soleiðis segði Heri Mortensen, rakstrarleiðari hjá Sev í útvarpinum fyrrapartin.

Fyribils hevur Sev staðfest, at gamla myllan, sum var sett upp í 1993 sum ein royndarætlan, hevur fingið stóran skaða. Veingirnir eru oyðilagdir, men ikki er vist, at tornið hevur tikið skaða. Myllan verður neyvan umvæld, tí ætlanin hevur verið at taka hana úr framleiðsluni.

Tað, sum fólkini hjá Sev hugsavna seg um nú, er at tryggja allar leivdirnar frá mylluveingjunum, sum liggja sløddar í økinum kring mylluna.

- Eg fari at heita á fólk um at lata vera við at gera óneyðug ørindi út á Eystnes, tí vandi er fyri, at vrakpettini kunnu fúka í vindinum. Vit bera eisini ótta fyri ferðsluni á landsvegnum millum Toftir og Æðuvík, kanska serliga teir komandi dagarnar, nú hann boðar frá meira vindi, sigur Heri Mortensen.

[object Object]
Heri Mortensen


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder