Innanlands

Myndakort frá 1958 tøk á Kortalinum

Myndakort kunnu síggjast saman við øðrum kortum, eitt nú nýggjari myndakortum ella matrikulkortum

2022-03-13 12:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var í 1958, at Geodætisk Institut tók fyrstu flogmyndirnar av Føroyum.

Í nøkur ár, hevur verið møguligt síggja hesar myndirnar her á foroyakort.fo. Flogmyndirnar frá 1958 eru nú gjørdar til myndakort ávís støð í landinum.

Myndakort kunnu síggjast saman við øðrum kortum, eitt nú nýggjari myndakortum ella matrikulkortum. Fyribils eru myndakort gjørd hesi støð, men við tíðini leggjast fleiri aftrat:

Klaksvík
Eiði
Fuglafjørður
Leirvík
Runavík
Toftir og Nes
Vestmanna
Tórshavn, Hoyvík og Argir
Flogvøllurin
Skopun
Sandur
Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur og Ørðavík
Vágur og Nes

Á myndini ovast sæst hvussu tað sær út, tá myndakort frá 1958 og nýggj myndakort verða sett saman.

Ein video vegleiðing, hvussu kortini kunnu samanberast finst her.

Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder