Mentan

Myndaódn í Steinprenti

Ferniseringin verður í dag frá klokkan 16 til 18

2025-12-12 07:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag klokkan 16 letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti við ársins gávuprentum frá áhugafelagnum Steinbrá, sum Randi Samsonsen hevur gjørt.

Randi hevur havt úr at gera í brátt farna ári bæði úti og heima. Hennara
verk hava verið partur av ikki minni enn tveimum listaframsýningum í New York, og í summar fekk hennara verkætlan á Trapholt “Things Matter” virðisløn frá danska ummælarafelagnum AICA.

Umframt Steinbráprentini verður ein smakkroynd av grafiskum verkum, sum eru komin burturúr í ár m.a. tvey spildurnýggj steinprent hjá Tróndi Patursson. Eisini verða framsýnd nýggj verk hjá m.a. Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy umframt grafisk verk hjá Peter Carlsen, Bjarne Werner Sørensen, Peter Callesen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Julie Sass, Claus Carstensen, Tóroddi Poulsen, Bárði Jákupsson o.ø. at síggja.

Hetta er 15. ferð, at Myndaódnin verður fyriskipað í Steinprenti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder