Mentan

Myndir: 2022 í blikkum - kanska fyri seinastu ferð

Argjafólk eru í dag í holt við at seta blikk upp. Vit vóru ein túr framvið við myndatólinum seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-31 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani 1986 hava fólk í Havn nýggjársaftan havt møguleikan at hyggja út á Argir og síggja árstalið, vit fara inn í.

Í ár er einki undantak og seinnapartin vóru fólk frá eigarafelagnum ABC á Argjum í holt við at seta blikkini upp omanfyri rundkoyringina við brúnna um Sandá.

Talan er um eini 90 blikk sum mynda talið 2022, sum verður tendrað á midnátt.

- Vit tendra á midnátt, og fara so at skjóta okkara egna fýrverk hálvgun eitt, segði Jens Pauli Johansen, sum fyri løtu síðani riggaði til niðan ímóti býlinginum undir Kongavarða.

Fleiri av teimum, sum seta blikkini upp, hava verið við í nógv ár.

Teir greiddu frá, at hetta kann vera síðstu ferð, at hetta verður gjørt. Eitt sambýli skal eftir ætlan gerast í økinum, og tá verður helst ikki pláss fyri nøkrum blikkum.

Einar 100 metrar har frá, undir Kongavarða fyrireikaðu menn eitt bál, og síðstu plattarnir fóru í rúgvuna tá vit vóru ein túr framvið seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder