Mentan

Myndir: 300 rúmmetrar av betongi

Botnplátan til mentanarhúsið í Klaksvík varð løgd í gjár. Talan er um 720 tons av betongi

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2020-07-17 05:36 Author image
Dávur Winther
placeholder

Í gjárkvøldið lá botnplátan til mentanarhúsið og sólar sær í kvøldarglæmuni, meðan hon varð vætað.

Tað gingu júst 12 tímar hjá røsku monnunum hjá Kanjon at stoypa í dag heili 300 m3 av beton ella umroknað í vekt - eini 720 tons av beton, um tú vildi lyft tað.

Men til slíka stoyping er skilagott við samstarvi, sum Kanjon so hevði um hetta serstaka arbeiðið við Articon, ið koyrdu heilt úr Havnini við sínum betoni, meðan Kanjon koyrdi frá sini blandistøð á Skarðhamri.

Eitt áhugavert samarstarv - tó at tað er Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari kring mentanarhúsið.

Av røttum ein søguligur dagur hjá mentanarhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder