Onkrastaðni millum 250.000 og 300.000 mistu heim sítt í óvanliga ógvusligu spreingingini, sum hendi í Beirut, høvuðsstaðnum í Libanon, í gjárkvøldið.
Fyribils er talið av deyðum komið upp á 100 og yvir 4.000 fingu skaða, tá 2.750 tons av ammoniumnitrat sprongdist í havnini í Beiruth. Evnið hevði ligið á goymslu í seks ár, skrivar NRK.
Ein talsmaður fyri Reyða Kross í Libanon sigur fyri AP tíðindastvuni, at talið av deyðum og særdum væntandi ver at vaksa, tí vandi er fyri at nógv fólk enn eru í oyðilagdu húsaleivdunum.
Eisini heilsuverkið í býnum er hart rakt. Al Jazeera upplýsir at trý av sjúkrahúsunum í býnum eru oyðiløgd.
Saint George universitetssjúkrahúsið, eitt av teimum størstu privatu sjúkrahúsunum í býnum, er eitt av teimum raktu, sum nú er óvirkið. Fleiri fólk, ið vórðu rakt av korona, lógu til viðgerðar á hesum sjúkrahúsinum. Ein lækni upplýsir fyri AP at minst 16 starvsfólk og sjúklingar doyðu av spreingingini.
Kemur illa við
Vanlukkan kom ógvuliga illa við hjá Libanon, tí landið er í svárum fíggjarligum trupulleikum á eggini at fara á húsagang. Og heilsuverkið var eisini illa spert orsaka av koronastøðuni.
Óttast verður nú fyri, at smittan fer at breiða seg enn meira, skrivar NRK, eitt nú orsaka av at øll tey heimleysu fólkini eru noydd at finna sær innivist hjá familju og kenningum, og harvið koma at búgva enn tættari saman.
Fleiri lond hava boðað frá, at tey fara at senda hjálp til Libanon. Sambært franska forsetanum, Emmanuel Macron, eru franskir hjálpararbeiðarar longu sendir avstað.
Eisini iranski forsetin, Hssan Rouhani, hevur bjóðað at senda heilsustarvsfólk til Libanon.
Russland boðar frá, at tey senda fimm flogfør við læknum, bjargingarfólkum, leitiútgerð og aðra hjálp umframt eitt flytiligt sjúkrahús.
Ísrael, sum ikki hevur diplomatisk samband við Libanon, hevur eisini bjóðað hjálp.
Oyðileggingarnar kring havnarlagið í Beiruth eru ógvusligar. Herundir er eitt innslag, sum bretski miðilin The Guardian hevur gjørt:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald