Innanlands

Myndir: Á vali í Kunoy

Bygdahúsið í Kunoy er valstaðið á Kunoynni, og har hava 111 valrætt hesuferð. Valluttøkan er higartil ikki eins stór sum seinast

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan eitt høvdu 21 prosent av teimum 111 við valrætti verið á vali. Hetta svarar til 24 fólk.

Vit fingu eisini upplýst, at í 2019 – tá íbúgvar í Kunoy og Haraldssundi á fyrsta sinni valdi saman í bygdahúsinum – høvdu 38,2 prosent av teimum 103, ið tá høvdu valrætt, verið og sett krossin.

Meðan Portalurin var har, komu nøkur fólk at velja, og vit prátaðu eitt sindur við tey og tær tríggjar ið taka sær av valinum í Kunoynni.

Tað er eingin loyna at gamla og ótíðarhóskandi byrgingin, ið bindir Kunoynna saman við Borðoynni fyllir nógv hjá bygdafólkinum. Tað hevur tó í roynd og veru einki fylt í valstríðnum, og tað eru tey hørm um – stóri spurningurin er hvør skal gjalda fyri nýggju byrgingina.

Har eru nógv høg fjøll at ganga niðan á, á Kunoynni, og beint við Kunoyar bygd er kenda viðarlundin, ið er við at draga nógv ferðafólk. Fleiri og fleiri útlendingar leita sær til oynna, serliga um summarið men eisini aðrar tíði verður sagt.  

Valluttøkan í Kunoynni er vanliga yvir 90 prosent – seinast var hon heili 94 prosent. Tær søgdu seg væntað, at tað fór at taka ein tíma frá valstaðið var latið aftur, til úrslitið har fyrilá.

Áður hevur Tjóðveldi staðið sterkt í Kunoynni. Hetta millum annað tí at kunoyingurin Heini O Heinesen í nógv ár stillaði upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder