Mentan

Myndir: Ársins jólaposi avdúkaður í gjár

Maia hevur teknað ársins jólaposa hjá SMS, og vann hon eitt gávukort á 2000 krónur. Tekningin hjá Maiu, umframt 10 aðrar útvaldar tekningar sígjast í SMS.

Mynd: SMS

Mynd: SMS

2019-11-14 16:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ársins jólaposi hjá SMS avdúkaður.

Dómsnevndin valdi tekningina hjá Maiu Thomsen úr Havn, og fekk hon eitt gávukort upp á 2000 krónur frá SMS.

Jólaposin við tekningini hjá Maiu verður prentaður í fleiri enn 100.000 eintøkum.

Nógv uppskot komu inn. Umframt tekningin hjá Maiu vóru 10 aðrar útvaldar tekningar. Hesi tíggju vunnu hvør sítt gávukort upp á 200 krónur.

Tey útvaldu vóru Emilia Joensen, Natasha K. Vang, Brá Ebbadóttir Thomsen, Klára Winther Bláberg, Eyðrit Katrin Leifsdóttir, Trygdi á Løgmansbø, Maria Isaksen, Eva Bjarnadóttir, Marja Herup Egilstoft og Maria Hentze Niclasen.

Til ber at síggja allar tekningarnar í SMS.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder