2022-01-03 23:22

Síðani síðstu nátt hevur verið stormur um allar Føroyar, og tað heldur á til einaferð í annaðkvøld.
Í kvøld er sløkkiliðið í Kvívík boðsent, tí tekjan á bygdarhúsinum Glæmuni er rivin. Sum tað sæst á myndunum, vit hava fingið sendandi frá myndamanninum Jens Kristiani Vang úr Kvívík, er tað bara í øðrum endanum at tekjan er rivin, og roynt verður at tryggja restina við trolneti.
Slíkar takplátur kunnu verða vandamiklar, og í vindinum eru tær farnar á flog niðan í garðin hjá presti, sum liggur norðanfyri Glæmuna.
Nógvi vindurin hevur eisini gjørt enda á jólatrænum í bygdini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald