
Klokkan 14 í dag varð Fríðrikur 10. útnevndur til kong á svalanum á Christiansborg av Mette Frederiksen, forsætisráðharra.
Í sambandi við kongsskiftið vóru túsundatals fólk møtt upp í Keypmannahavn uttanfyri borgina at fylgja við søguligu løtuni.
Mett verður, sambært TV2, at talan var um yvir 100.000 fólk.
Løgmaður við til hátíðarhaldið
Aksel V. Johannesen, løgmaður er við til hátíðarløtuna á Amalienborg í Keypmannahavn. Við sær hevur løgmaður skrivligar heilsanir til Margretu drotning og nýggja kongsparið, Fríðrik kong og Mary drotning - tær kunnu lesast her.
Í morgin luttekur løgmaður í Fólkatinginum, tá ið móttøka verður fyri nýggja kongsparinum, skrivar Løgmansskrivstovan.
Myndirnar niðanfyri eru frá EPA-myndatænastuni.
-
Stórar mannamúgvur í gøtunum í Keypmannahavn
-
-
-
-
Margreta drotning á veg til Christiansborg í hestavogni
-
-
Tað var á fundi í statsráðnum klokkan 13, at Margreta drotning formliga legði frá sær, og Fríðrikur gjørdist kongur
-
Fríðrikur kongur og Mette Frederiksen, forsætisráðharri
-
Fríðrikur kongur á svalanum á Christiansborg
-
Fríðrikur kongur og Mary drotning á svalanum á Christiansborg seinnapartin (Mynd: EPA)
-
Frá vinstru: Isabella prinsessa, Christian krúnprinsur, Fríðrikur kongur, Mary drotning, Josephine prinsessa og Vincent prinsur
-
Margreta drotning á veg heimaftur til Amalienborg eftir at hava lagt frá sær

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald