Innanlands

Myndir: Døglingur upprikin Yviri við Strond

Síðsta vikuskifti lá ein deyður døglingur í fjøruni við Grønadamm Yviri við strond í Havn

(Mynd: Tjóðsavnið)

(Mynd: Tjóðsavnið)

2024-10-19 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðsta vikuskifti løgdu fólk til merkis, at ein deyður hvalur lá í fjøruni við Grønadamm Yviri við Strond í Havn.

Talan var um ein fimm metrar langan døgling, sum eftir øllum at døma hevði verið deyður eina tíð. Hvøljan var so at siga øll slitin av, og onkur smáskaði sást eisini frammarlaga á hamarstjølinum, skrivar Tjóðsavnið.

Hvalurin varð sleipaður aftur til havs av Tjaldrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder