Innanlands

Myndir: Drotningin kom við góða veðrinum

Fuglfirðingar møttu fjølmentir upp at heilsa upp á drotningina. Løgmaður mátti til arbeiðis og fekk reyðu langmáttina at liggja ordiligt, men so klárnaði veruliga og sólin kom fram

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-16 17:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sirmaði og nakað av vindi var uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði áðrenn Margretha drotning skuldi koma úr Svínoy og á vitjan hjá fuglfirðingum.

Hóast trupulleikar við reyðu langmáttini og at løgmaður mátti hjálpa til at fáa hana at liggja, so kom drotningin í svarta Volvo-bilin, sum hon hevur brúkt seinastu dagarnar.

Nógvir fuglfirðingar høvdu leitað sær út á gøturnar, nú stásilig vitjan er í býnum.

Sí myndir frá seinnapartinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder