Svínoyarbygd var stákað upp, nú hon fekk kongaliga vitjan í dag.
Margreta drotning kom við tyrlu úr Havn, og komin til Svínoyar fekk hon høvi at uppliva stásiliga minnismerki Dropan yvir fólk, sum hava latið lív á sjónum og í berginum seinastu 300 árini.
Eisini vitjaði drotningin í dansistovuni í bygdini.
Um eina løtu setist drotningin aftur í tyrluna, ið skal flúgva hana til Fuglafjarðar, har vitjað verður restina av degnum í dag.
Myndirnar úr Svínoy hevur Jógvan Horn tikið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald