Innanlands

Myndir: Eldur í Sandoyartunlinum

Boðað varð frá eldinum stutt fyri klokkan hálvgum 12 – 13 persónar vóru staddir í tunlinum, og stutt fyri klokkan tvey varð boðað frá, at øll vórðu bjargað úr tunlinum

2021-06-03 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin, klokkan 11.25, varð boðað frá, at eldur var í Sandoyartunlinum, Streymoyrmegin. Eldurin var í einum lastbili, sum var staddur uml. ein km inni í tunlinum.

Sløkkilið, sjúkrabilur og løgregla bleiv beinanvegin send á staðið.

Boðað varð frá sera nógvum royki, og heitt varð á øll óviðkomandi um at halda seg burtur frá økinum. Orsakað av hesum var øll sigling og koyring hjá Strandferðsluni til og frá Gomlurætt eisini steðgað.

Staðfest varð, at 13 persónar vóru inni í tunlinum, tá eldur kom í. Fyrsti persónurin varð bjargaður úr tunlinum, tá klokkan var uml. hálvgum eitt. Beint fyri klokkan tvey varð boðað frá, at øll vórðu bjargað úr tunlinum.

Tey 13 fólkini vórðu øll send á Landssjúkrahúsið til kanningar. Boðað varð frá, at tey eftir umstøðunum høvdu tað gott.

Klokkan 14.10 varð boðað frá, at nú var aftur møguligt at koyra til og frá Gomlurætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder