Innanlands

Myndir: Fekk navnið “Rescue Lív”

Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag eitur nú Rescue Lív. Báturin varð navngivin í dag, sí myndir

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-07-10 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag sum higartil hevur havt navnið Tanum hevur nú fingið nýtt navn.

Tað hendi á samkomu í Vágsbotni seinnapartin í dag.

Nýggja navnið er tað sama sum undanfarni bjargingarbáturin hjá felagnum, Resue Lív.

Havnar Bjargingarfelag keypti bátin í fyrra árið, og síðani er báturin riggaður til. Nýggi Rescue Lív er rúmligari enn gamli báturin, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning eru eisini væl betri, umframt at pláss er fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder