2021-02-16 15:13

Seinastu vikurnar hevur Keypsamtøkan í miðbýnum í Havn verið stongd orsakað av størri umvæling.
Dyrnar lótu upp aftur klokkan 7 í morgun, og tað er ein hamskiftur handil, sum hevði kassaapparatini í gongd aftur fyrrapartin.
Tað var í 1956, at Keypsamtøkan á á fyrsta sinni flutti yvir í Dr. Jakobsensgøtu, og núverandi bygningurin, sum FK húsast í, varð bygdur í 1972.
Føroya Keypsamtøka hevur sjey handlar kring alt landið.
Sí myndir sum FK hevur lagt út á netið í morgun:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald