Innanlands

Myndir: FM fyri handverkslærlingar

Kappast verðir á Glasir í allan dag – vinnararnir verða avdúkaðir seinnapartin í morgin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-27 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun var FM kappingin fyri hanverkslærlingar 2025 sett í gongd á Glasir. Kappast verður innan hesi fakini: Bilsmíð, el-arbeiði, timbur, hárfríðkan, rør- og blikksmíð og maskinsmíð.

Setanin gekk fyri seg í atrium á Glasir. Kappingarnar í hárfríðkan og el-arbeiði verða á sergjørdum øki á 3. hædd. Allar hinar kappingarnar verða á verkstøðunum á 2. hædd.

Tiltakið er opið fyri almenninginum. Allir 8. flokkar í fólkaskúlunum kring landið eru innbodnir at uppliva kappingarnar, og á tann hátt fáa innlit í yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.

Kappast verður í allan dag, og hildið verður fram í morgin til umleið klokkan 14, tá farið verður undir dømingina. Klokkan 16 í morgin verða vinnararnir kosnir.

FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska Skúla í Klaksvík og Yrkisdepilin.

Jens Kr. Vang var í Glasir tá FM kappingin varð sett fyrrapartin og tók myndir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder