Uttanlands

Myndir frá forsetainnsetanini: Joe Biden er nú tikin í eið

Fýra fyrrverandi forsetar eru til staðar, men ikki fráfarandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-20 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Joe Biden er nú tikin í eið sum 46. forseti USA. Hann tekur yvir sessin eftir Donald Trump

Tað var John Roberts, hægstarættardómari, sum tók forsetan í eið. Hereftir setti nýsetti forsetin, týðuliga rørdur, seg eina løgu, áðrenn hann reistist aftur fyri at halda sína røðu.

Hátíðarhaldið í Washington D.C. í dag er øðrvísi enn undanfarnar innsetingar við tað, at almenningurin ikki hevur atgongd til hátíðarhaldið.

Fyrst av øllum er hetta orsaka av koronafarsóttini. Men eisini trygdin kring haldið er herd munandi eftir at ein uppøst mannamúgva leyp á kongressina fyri tveimum vikum síðani.

Yvir 25.000 herfólk eru sett inn fyri at ansa eftir økinum kring kongressbygningin, har hátíðarhaldið fer fram.

Millum gestirnar er fráfarandi varaforsetin, Mike Pence, og ein røð av republikanskum og demokratiskum limum í kongressini.

Fleiri av undangongumonnum Bidens í forsetasessinum eru eisini til staðar: Barack Obama, Bill Clinton og George W. Bush.

Jimmy Carter, fyrrverandi forseti, sum er vorðin 96 ár, bar seg undan at koma orsaka av koronavandanum.

Donald Trump er ikki til staðar. Tríggjar tímar undan at Biden varð tikin í eið, fleyg Trump sína síðstu ferð við Air Force One við kós móti Mar-a-Lago golfvøllinum í Florida, sum hann sjálvur eigur.

Tað er fyrsta ferð í yvir 150 ár, at sitandi amerikanski forsetin ikki var til staðar tá eftirmaðurin varð innsettur, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder