Tær fyrstu tvær vikurnar eru fyri ein stóran part nýttar til samansjóðing og nógv spennandi hevur verið á skrá. Grilling og spøl í viðarlundini úti í Grøv og tveir ógloymandi dagar í Svínoy við alskyns aktivitetum.
Ein modernaður og kreativur skúli
Ein innbjóðandi skúli, við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk. Á skúlanum verður hugsað grønt, burðardygt og heilsugott.
Næmingarnir læra eina rúgvu um mat, um føroyska matmentan, um okkara tilfeingi, um kropp, heilsu og rørslu, alskyns handarbeiði, sum dømi kann nevnast at gera síni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði o.a.
Ferðast í egnum landi, skipa fyri hugnakvøldum og mentanartiltøkum er eisini ein partur av skúlaskeiðnum.
Skúlin raðfestur hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara. Húsarhaldsskúli Føroya byggir á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Ein modernaður og kreativur skúli har tað gamla møtir tí nýggja.
Næmingarnir koma úr øllum landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald