Innanlands

Myndir: Fyrstu sjúklingarnir fluttir inn í H-bygningin

Týsdagin stóðu fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygningum klárar at taka í nýtslu. Longu dagin eftir fluttu sjúklingarnir inn

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-12-14 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum húsar nú sínar fyrstu sjúklingar.

Týsdagurin 12. desember var ein serligur dagur, tí fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygninginum stóðu klárar at takast í nýtslu. Longu dagin eftir fluttu sjúklingarnir inn.

Talan er um eina av skurðseingjadeildunum, ið er flutt úr elsta bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eisini kallaður A-bygningurin, til tann nýggjasta bygningin. Hetta er ein týdningarmikil hending, ið er og fer at vera ein av merkisløtunum í hesari verkætlanini.

H-bygningurin er útgjørdur við góðum og nýmótans umstøðum, ið bæði betra um sjúklingagongdina og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

Køkurin flutti inn í august, endurvenjingarhølini vórðu tikin í nýtslu í september og nú umsíðir húsast sjúklingar á skurðseingjadeild í H-bygninginum. 

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið til merkisløtuna 12. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder