Nógv fólk vóru á keiini í Vestmanna í gjár, til fyrsta dagin hjá nýggja drive in festivalinum Vestfilm. Tað vóru tríggar sýningar í gjár, millum annað ein frumframsýning av filminum “Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs.
Tað ið filmurin hjá Katrini var av, hoyrdist bilfloyt um alla keiina. Heldur enn at klappa fyri Katrini, valdu bilførarirnir nemliga at floyta!
Eisini var fitt av fólkið, ið skrúvaðu tíðina aftur og komu til sýningina av “Bye bye blue bird”, ið Katrin Ottarsdóttir leikstjóraði í 1998.
Vestfilm heldur fram í dag. Ikki færri enn níggju filmar vístir. Átta stuttfilmar og langfilmurin “Nina”, ið Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald